iPhone 4
Tá iPhone 4 fartelefonin í fyrstu atløgu varð seld í Føroyum, varð hon bjóðað til føroyingin fyri uml. 10,000,- av m.a. Føroya Tele. Hetta mettu vit at vera grovur yvirprísur, og hetta varð ein av orsøkunum til, at Zenit.fo varð stovnað; nevniliga fyri at varpa ljós á høgu prísirnar í Føroyum og at vísa føroyingum á alternativir. Prísurin fyri fartelefonina í Føroyum er nú fallin nakað, men hon er enn nógv dýrari enn hon nýtist at vera. Tað kann tí væl loysa seg at bíleggja sína iPhone 4 beinleiðis av netinum frá útlendskum veitara, og tað eru tað nógv sum hava longu gagnnýtt.
Sí príssamanbering uppá eina svarta iPhone 4 16 GB niðanfyri: (dagført 09.10.2011)
| Príssamanbering: iPhone 4 16GB | Kostnaður | Frakt til Føroyar | Tollur à 0% | Prísur tilsamans | At spara |
|---|---|---|---|---|---|
| í Føroyum | 5.990,00 | - | - | 5.990,00 | - |
| Proshop | 4.941,00 | 229,98 | 0 | 5.228,48 | 761,52 |





Føroyskt