Photobox
Liggur tú inni við hundraðtals av digitalum myndum á telduni, so er tilboðið frá Photobox.dk møguliga nakað fyri teg.
Inni á photobox.dk kanst tú framkalla myndir í vanligari stødd fyri 70-75 oyru stykkið og fáa alt sent til Føroya. Við vanligari stødd meinast við hesar støddir: 9×13, 10×13, 10×15 og 11×15.
Tað kostar 79 kr. at fáa sent 200 myndir til Føroya.
Tað ber eisini til at bíleggja myndabøkur frá Photobox.dk. Bøkurnar eru sera snøggar og vælegnaðar til t.d. eina myndabók av børnunum, uttanlandaferðini ella brúðleypsdegnum. Myndabøkurnar kunnu eisini nýtast sum gávu.
Prísurin varierar eftir bókastødd og góðsku. Prísurin kann tískil variera frá 50 kr. til 1.000 kr.. Ein snøgg standarbók í A4-formati kostar uml. 200-300 kr..
Tað kostar 114 kr. at fáa sent eina myndabók í A4-stødd til Føroya.
Vitja Photobox
Les meir um framkalling av myndum.





Føroyskt