Spar 1100,- uppá HTC Sensation

Oct 31, 2011 by

keyp htc sensation fartelefonKeyp HTC Sensation á einari danskari heimasíðu og spar uml. 1100,-

Fyri einum mánaða síðani skrivaðu vit um HTC Desire S, og tann stóra prísmunin í Føroyum samanborið við í Danmark. Á hesi fartelefonini var prísmunurin í Føroyum og Danmark um. 1700,-. Til okkara gleði hevur Vodafone sett prísin 1000,- niður á tí fartelefonini (tað hevur FT ikki), men prísmunurin er enn alt ov stórur (uml.700,-).

HTC Sensation er ein rímiliga nýggj smartphone frá HTC, sum m.a. hevur eitt gott myndatól à 8 megapixel og ein sera stóran og góðan skerm. Fartelefonin kann koyra allar apps so sum Facebook, Email, Google Maps, og sjálvandi eisini føroyskar apps.

HTC Sensation kostar í løtuni 3734,- frá Mytrendyphone í Danmark, meðan prísurin frá Vodafone er 5695,- ein munur á heili 1961,-

Her er FT heldur frægari og selur fartelefonina fyri  4995,-. Tað eru tó nógvir pengar at keypa fartelefonina á netinum, sum tað sæst av talvuni niðanfyri:

Príssamanbering: HTC Desire SKostnaðurKostnaður uttan MOMSFrakt til FøroyarTollur à 0%Prísur tilsamans (Við MVG)At spara
     í Føroyum4.995,00---4.995,00-
Mytrendyphone 3.734,002.987,20129,0003.895,251.103,75

VN:F [1.9.14_1148]
Rating: 6.0/6 (1 vote cast)
Spar 1100,- uppá HTC Sensation, 6.0 out of 6 based on 1 rating

Related Posts

Tags

Share This

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>