Til komandi- og nýbaktar mammur
Allar mammur vita, at tað eru túsund ting at hugsa um, tá tær eru við barn. Somuleiðis eru nógvir túsund tankar, ið fara gjøgnum høvdið á henni, líka frá tá hon roynir at gerast gitin, gjøgnum graviditetin og, ikki minst, tá nýføðingurin er komin í heim. Hóast tað altíð er gott at líta á familju og vinkonur, tá spurningar eru, kemur man ofta í støður, har ein søkir kunning frá øðrum kvinnum, ið fara gjøgnum tað sama sum ein sjálv. Á internetinum eru fleiri sera góðar heimasíður, sum tú kann venda tær til fyri at fáa kunning og hjálp av ymsum slag:
Á heimasíðuni Netdoktor ber til at finna góða kunning um alskyns trupulleikar, sjúkur og heilivág. Eisini er møguligt at seta spurningar til læknarnar, ið samstarva við heimasíðuna.
Min-Mave er ein sera vælumtókt donsk kjaksíða fyri kvinnur, ið eru við barn ella eru mammur. Á heimasíðuni verður kjakast um alt millum himmal og jørð, og tað ber heilt sikkurt til at finna góð ráð inni á síðuni.
Afturat góðum ráðum er tað nógv ting, ið skulu keypast, t.d. tann næstan obligatoriska Politikens Graviditetsbog, graviditetsklæðir, ammi-brósthaldarar, babyklæðir, leikur, seingjaklæðir og mangt, mangt annað.
Vitja t.d. nethandilin, NoTanShop ið hevur eitt gott úrval av bíligum tingum til komandi mammur, nýbaktar mammur og børnini. Handilin sendir bíliga til Føroyar og trekkir danska momsin av ordranum, tá teir senda.





Føroyskt
Dansk