Barnaklæðir
Keyp alskyns barnaklæðir og fá tey send heim til Føroyar. Hjá Zenit.fo finnur tú fleiri handlar, ið selja babyklæðir, gentuklæðir og dreingjaklæðir, og sum senda til Føroyar.
Av tí at útboðið er so stórt kann tað loysa seg, at leita í ymsum handlum eftir góðum tilboðum. Tilboð av ymsum slag, er ofta at finna í klædnahandlunum á netinum.
Listin niðanfyri vísir útvaldar handlar, ið hava barnaklæðir til keyps:
SmartKids er størsti nethandil í norðanlondum, ið selur barnaklæðir. SmartKids hevur túsundvís av vørum og selur øll tey kendu og vælumtóktu merkini. SmartKids er knýtt at SmartGuy og SmartGirl heimasíðunum. Til ber at spara pening við at keypa klæðir til alla familjuna og fáa pakkan sendan samlaðan heim.
- Moms aftur
- Donsk heimasíða
Små Hjerter er ein sera vælumtóktur danskur nethandil, sum hevur eitt breitt úrvæl av klæðum til børn. Små Hjerter leggur dent á, at selja barnaklæðir av góðum kvaliteti, sum gjarna er eitt sindur øðrvísi enn tað man finnur í øðrum handlum. Serligur dentur er lagdur á barnaklæðir gjørd við modernaðum og unikkum sniði.
- Moms aftur
- Donsk heimasíða
Vil ein hava góð økoklæðir kann Ohminus viðmælast. Ohminus nýtir nevniliga bara sonevndar Evropeiskar ökotex metervørur fyri at kunna veita tann besta kvalitetin – eisini aftaná at klæðini eru vaskaði fleiri ferðir. Ohminus hevur eitt rímiliga stórt úrvæl av vørum og hevur ofta sera góð tilboð av barnaklæðum.
- Moms aftur
- Donsk heimasíða
Føroyskt
Dansk