Farteldur
Alsamt fleiri velja farteldur framum vanligar teldur. Tá ið tú keypir eina farteldu, so er týdningarmikið, at tú hugsar um, hvat farteldan skal nýtast til. Skal tín fartelda t.d. nýtast til spøl, so er týdningarmikið, at hon hevur eitt gott grafikk-kort og skjótan prosessara, meðan ein fartelda til arbeiði ikki noyðist at hava somu førleikar. Hevur ein tørv á einari sera góðari spæliteldu ið skal hava gott grafikkort, kann ein leita sær inn á Notebookcheck, fyri at finna ummælir av processarum, grafikkortum, ram, teldum o.m.a.
Á síðuni hava vit valt álítandi nethandlar, sum allir levera farteldur til Føroya.
Proshop er ein sera góður nethandil, sum hevur eitt sera stórt úrval av bíligum og góðum farteldum, og umboðar nógv ymisk merki. Proshop selur m.a. Apple farteldur og her ber eisini til at spara fleiri túsund krónur uppá fartelduna samanborið við at keypa í Føroyum.
- Moms aftur
- Donsk heimasíða
Befro er ein annar vælumtóktur nethandil í Danmark. Befro hevur eitt breitt úrval av elektronikki, harímillum eitt gott úrval av farteldum. Befro eru í flestu førum eitt lítið sindur dýrari enn Proshop, men hevur ofta góð tilboð á farteldum av øllum slagi.
- Moms aftur
- Donsk heimasíða
MM-Vision hevur ikki so stórt úrval av farteldum sum aðrir nethandlar, men leggur seg eftir bert at selja bestu teldurnar, bæði í bíliga endanum til skúlabrúk og kontórið, men kanska serliga farteldur ið kunnu brúkast til spøl. MM-Vision er avbera vælumtóktur handil.
- Moms aftur
- Donsk heimasíða
Føroyskt
Dansk