Fartelefonir

fartelefonir - bílig fartelefonEin fartelefon er ikki longur bara nakað tú tosar í. Fartelefonin eru vorðin ein partur av samleikanum hjá okkum, og við tí røttu fartelefonini kann gerandisdagurin gerast lættari. Tann nýggja fartelefonin (smartphone) er nevnliga ikki bara ein brúgv til familjuna/vinirnar, men ein lykil til verðina og alskyns digitalar hentleikar. Telefoninar eru serstakliga dýrar í Føroyum, og kann ein spara túsundvís av krónum við keypa hana beinleiðis av netinum.

Á síðuni hava vit valt álítandi internethandlar, sum allir levera til Føroya.

Proshop

Proshop er ein av teimum bestu donsku heimasíðunum, ið selja ymisk sløg av tøkni. Proshop er somuleiðis millum teir allar bestu tá tað kemur til prísir, men tað besta er, at teir trekkja momsin av og senda bíliga til Føroyar. Proshop hevur eitt sera stórt úrvæl av fartelefonum.

  • Moms aftur
  • Donsk heimasíða

Vitja heimasíðu

Mytrendyphone

Mytrendyphone hevur líka sum Proshop eitt sera stórt úrval af fartelefonum. Mytrendyphone er sum oftast eitt lítið vet dýrari enn Proshop, men kann harafturímóti bjóða eitt sera stórt úrval av tilhoyri til tína fartelefon. Mytrendyphone fær avbera góð ummæli av keyparum.

  • Moms aftur
  • Donsk heimasíða

Vitja heimasíðu

Amazon

Finnur tú ikki fartelefonina á nevndu donsku heimasíðunum ber til at royna á enskum heimasíðum. Amazon er avgjørt eina vitjan verd. Keyp av fartelefonum á enskum síðum er mest fyri tann roynda brúkaran. Atlit skal takast til málið, hald, valutakursir, streymstikk o.a.

  • Moms aftur
  • Ensk heimasíða

Vitja heimasíðu

Gev gætur at tað finnast nógvar bíligar fartelefonir á sonevndum auktiónsheimasíðum sum t.d. qxl.dk og dba.dk, men vit kunnu ikki viðmæla at keypa frá hesum síðum, tí fartelefonirnar kunnu vera stolnar. Apple kann haraftrat sløkkja fyri stolnum iPhones aftaná at hon er fingin til høldar. Hald teg tí til síður, sum vit viðmæla, ella aðrar síður sum tú hevur álit á.

VN:F [1.9.14_1148]
Rating: 5.5/6 (2 votes cast)
Fartelefonir, 5.5 out of 6 based on 2 ratings

Spar 1100,- uppá HTC Sensation

Posted by on Oct 31, 2011 in Fartelefon, Vælumtókt | 0 comments

Spar 1100,- uppá HTC Sensation

Keyp HTC Sensation á einari danskari heimasíðu og spar uml. 1100,- Fyri einum mánaða síðani skrivaðu vit um HTC Desire S, og tann stóra prísmunin í Føroyum samanborið við í Danmark. Á hesi fartelefonini var prísmunurin í Føroyum og Danmark um. 1700,-. Til okkara gleði hevur Vodafone sett prísin 1000,- niður á tí fartelefonini (tað hevur FT ikki), men prísmunurin er enn alt ov stórur (uml.700,-). HTC Sensation er ein rímiliga nýggj smartphone frá HTC, sum m.a. hevur eitt gott myndatól à 8 megapixel og ein sera...

read more

HTC Desire S

Posted by on Sep 18, 2011 in Fartelefon, Undirhald, Ung | 0 comments

HTC Desire S

HTC Desire S er tann nýggja útgávan av ársins smartphone 2010: HTC Desire. Nýggja fartelefonin hevur ein 3,7-tummar stóran skerm og eitt myndatól um kann upptaka í HD. Harafturat hevur HTC Desire S hevur eitt tynnri og snøggari sterkari snið og er samstundis er meira robust tí hon er gjørd úr einum stykki av aluminium. Tað besta við fartelefonini er tó, at ein fær eina sera góða smartphone fyri ein bíligan penga – um hon verður keypt uttanlands væl at merkja, tí hon er hundadýr í Føroyum! Samanbering millum...

read more

iPhone 4

Posted by on Sep 16, 2011 in Fartelefon, Undirhald, Ung, Vælumtókt | 0 comments

iPhone 4

Tá iPhone 4 fartelefonin í fyrstu atløgu varð seld í Føroyum, varð hon bjóðað til føroyingin fyri uml. 10,000,- av m.a. Føroya Tele. Hetta mettu vit at vera grovur yvirprísur, og hetta varð ein av orsøkunum til, at Zenit.fo varð stovnað; nevniliga fyri at varpa ljós á høgu prísirnar í Føroyum og at vísa føroyingum á alternativir. Prísurin fyri fartelefonina í Føroyum er nú fallin nakað, men hon er enn nógv dýrari enn hon nýtist at vera. Tað kann tí væl loysa seg at bíleggja sína iPhone 4 beinleiðis av...

read more