Myndatól
Myndatól eru vorðin alsamt bíligari seinastu árini, samstundis sum góðskan er vorðin betur. Haraftrat er útboðið voksið nógv. Í dag kanst tú tískil fyri sømiligan prís, ogna tær eitt gott digitalt myndatól, ið hóskar akkurát til tín tørv. Ivast tú hvat myndatól tú skalt keypa, ella manglar tú íblástur til keypið, er ráðiligt at fara inn Digital Photography Review ið hevur umfatandi ummælir av myndatólum.
Á síðuni hava vit útvalt álítandi nethandlar, sum allir senda til Føroya. Handlarnir vit vísa á, selja bæði lítil digital myndatól, stór SLR myndatól, videotól og tilhoyr.
Proshop er ein av bestu donsku heimasíðunum, ið selja ymisk sløg av tøkni. Proshop er somuleiðis millum teir allar bestu, tá tað kemur til prísir. Tað besta er tó, at teir trekkja momsin av og senda bíliga til Føroya. Proshop hevur eitt sera stórt úrval av myndatólum.
- Moms aftur
- Donsk heimasíða
Befro er ein vælumtóktur nethandil í Danmark. Befro hevur eitt gott og breitt úrval av tøkni, og harímillum digital myndatól. Sjálvt um Befro ofta er dýrari enn Proshop, og úrvalið er minni, so hevur heimasíðan góð tilboð og hevur uppiborið eina vitjan.
- Moms aftur
- Donsk heimasíða
Finnur tú ikki fartelefonina á nevndu donsku heimasíðunum, ber til at royna á enskum heimasíðum. Amazon er avgjørt eina vitjan verd. Keyp av myndatólum á enskum síðum er kanska mest fyri tann meir roynda brúkaran, tí atlit skulu takast til t.d. kurs, streymstikk o.a.
- Moms aftur
- Ensk heimasíða
Føroyskt
Dansk