Bøkur
Tað eru sera nógv ið keypa bøkur á netinum og tað er kanska ikki so løgið tá tær eru so bíligar og úrvalið so stórt.
Ein bók kann lættliga keypast á netinum. Útboðið er væl størri enn í nøkrum vanligum handli, og tað er lætt at leita júst ta røttu bókina fram. Prísurin er lágur, og haraftrat er eisini møguligt at keypa brúktar bøkur á netinum fyri ein sera bíligan penga – eitt nú bjóðar Amazon hendan møguleika. Á Amazon ber tískil eisini til at selja sínar gomlu bøkur, og harvið ogna sær pening til nýggjar.
Á síðuni hava vit valt álítandi nethandlar, sum levera til Føroya.
Amazon er heimsins størsti bókahandil á netinum. Um tú ikki finnur bókina tú leitar eftir á Amazon, verður trupult at finna hana í øðrum nethandli. Á Amazon er milliónir av bókum at velja ímillum, tænastan er ser góð og fraktin er bílig. Amazon selir eisini e-bøkur.
- Moms aftur
- Ensk heimasíða
Er ein ikki stinnur í enskum so er Saxo.com eitt gott alternativ til Amazon.com. Saxo.com er ein danskur netbókahandil. Úrvælið av bókum á Saxo.com er sera gott. Saxo trekkir danska momsin av tá sent verður til Føroyar. Fraktkostnaðurin er 159 kr. + 10kr. per vøru.
- Moms aftur
- Donsk heimasíða
Føroyskt
Dansk