Filmar
Filmar kunnu keypast á netinum. Útboðið er væl størri enn í vanligum handli, og tað er eisini lætt hjá filmelskarum at finna serstakar filmar. Prísurin er lágur, og haraftrat er eisini møguligt at keypa brúktar filmar á netinum fyri ein sera bíligan penga – eitt nú bjóðar Amazon hendan møguleika. Ivast tú í hvønn tú ætlar at keypa ella leiga, so ber til at finna íblástur inni á InternetMovieDataBase (imbd.com), sum er ein sera kend heimasíða við filmsummælum. Síðan veitir eisini kunning um leikarar, leikstjórar, og mangt annað, og er avgjørt eina vitjan verd áðrenn ein fer at leiga ella keypa film. Um einum dámar ein serligan leikara ber t.d. at síggja yvirlit yvir allar filmarnar viðkomandi hevur verið við í. Á henda hátt ber til um man manglar at síggja onkran av filmunum.
Niðanfyri er ein listi av vælumtóktum nethandlum sum allir levera til Føroya.
Filmudsalg er donsk heimasíða sum fær góð ummæli á trustpilot.dk. Sjálvt um heimasíðan ikki er so snøgt uppsett sum t.d. Amazon so hevur Filmudsalg eitt stórt úrval av filmum til bíligan penga. Filmudsalg tekur harafturat momsin tá sent verður til Føroyar.
- Moms aftur
- Donsk heimasíða
Gucca er danskur nethandil sum afturat filmum m.a. selur bøkur, fløgur. Gucca hevur eitt gott úrval av bæði DVD og Blue-ray filmum og teir eru rættiliga bíligir. Filmarnir eru deildir upp í genrur, sum drama, romantik og komedia, so lætt er at finna rætta filmin.
- Moms aftur
- Donsk heimasíða
Amazon.com er ensk heimasíða sum selur stórt sæð alt sum seljast kann gjøgnum netið. Sum við øllum øðrum sum Amazon selur, so er úrvalið av filmum sera stórt og prísirnir eru millum teir bestu á marknaðinum. Amazon er ein sera góð og vælumtókt heimasíða.
- Moms aftur
- Ensk heimasíða
Føroyskt
Dansk