Konsollir & Spøl

konsollir og spøl onlineTað kann verða sera dýrt at keypa konsollir, tilhoyr og spøl í Føroyum. Tað er ráðiligt at kanna prísirnir á internethandlum, um ein ætlar sær at keypa eina konsol, sum t.d. Playstation 3 ella Nintendo Wii. Konsollirnar eru nógv bíligari (ofta yvir 1.000,-) í Danmark enn í Føroyum. Konsollin við tilhoyri og spølum kann skjótt kosta upp móti ella meir enn 5.000,-, og tí eru nógvar pengar at spara við at keypa útgerðina yvir netið.

Handlarnir niðanfyri levera allir konsollir, spøl og tilhoyr til Føroya.

BilligeSpil

Ein av okkara vitjandi á Zenit gav okkum eitt prei um hesa góðu donsku lágprís heimasíðuna. Billigespil hevur eitt sera stórt úrval av konsollum, útgerð og spølum til ein sera bíligan penga. Nethandilin hevur nógv góð tilboð, og selur vørur til m.a. Playstation, Nintendo Wii og Xbox.

  • Moms aftur
  • Donsk heimasíða

Vitja heimasíðu

Mytrendyphone

Mytrendyphone byrjaði við at selja tilhoyr til fatelefonir, men av tí at heimasíðan er vorðin so vælumtókt hava teir víðkað sítt úrval og selja nú eisini konsollir, tilhoyr og spøl. Mytrendyphone fær avbera góð ummæli av keyparum og hevur eitt avbera úrval av konsollum og tilhoyri.

  • Moms aftur
  • Donsk heimasíða

Vitja heimasíðu

Proshop

Proshop er ein annar vælumtóktur danskur nethandil sum sendir konsollir og spøl o.m.a. til Føroya. Á Proshop finnur tú øll sløgini av konsollum sum t.d. Plystation 3 og Nintendo Wii við tilhoyri og spølum. Proshop selur eisini nógv onnur sløg av elektronikki sum t.d. flatskermar og farteldur.

  • Moms aftur
  • Donsk heimasíða

Vitja heimasíðu

VN:F [1.9.14_1148]
Rating: 5.5/6 (2 votes cast)
Konsollir & Spøl, 5.5 out of 6 based on 2 ratings