Framkalla myndir

framkalla myndir onlineTað er vorðið fantastiska lætt, at taka myndir við nýmótans myndatólum. Hinvegin kenna flestu okkara tó, at myndirnar hópa seg upp á telduni, og at vit aldri fáa tikið okkum saman til at framkalla myndirnar. Tað er eisini rættiliga dýrt at framkalla myndir í Føroyum; serliga um ein vil gera okkurt eyka burturúr.

Tað finnast tó nethandlar sum taka sær av framkalling av myndum, og senda hesar til Føroyar. Úrvælið av vørum til myndaframkalling er ótrúliga stórt, og so ber enntá til at spara pening samanborið við at fáa myndirnar framkallaðar í Føroyum. Burtursæð frá vanligari framkalling í standard stødd, ber til at fáa myndirnar hjá sær á m.a. plakatir, fotobøkur, puslispøl, krúss, músamáttir, kalendarir o.m.a. Bert fantasiurin avmarkar.

Ger okkurt eyka burturúr myndunum og framkalla tær á netinum.

Foto.com

Foto.com er ein heimasíða ið finnst á 18 málum, m.a. á donskum. Av tí at heimasíðan er so nógv brúkt kring allan heim kunnu teir bjóða eitt sera stórt úrvæl av myndaframkalling til ein bíligan penga. Stóra úrvælið, bíligu vørurnar og einfalda sniðið ger Foto.com til kanska ta bestu heimasíðuna á netinum, ið bjóðar myndaframkalling og samstundis sendir til Føroyar.

  • Moms aftur
  • Donsk heimasíða

Vitja heimasíðu

Photobox

PhotoBox var ein fyrstu fyritøkunum, ið bjóðaði prent av myndum á netinum. Photobox er eisini ein av mest vælumtóktu tænastunum, tá tað kemur til myndaframkalling. Takkað verið stóra úrvalinum, høga kvalitetinum, skjótu leveringini og lága prísinum. Photobox leggir einki meirvirðisgjald á tá sent verður til Føroyar.

  • Moms aftur
  • Donsk heimasíða

Vitja heimasíðu

Snapfish

Snapfish er ein heimasíða, ið eisini er sera vælumtókt kring heimin. Snapfish hevur kanska stórsta úrvælið av nevndu heimasíðunum, men fyri at fáa teir at senda til Føroyar skal ein inn á amerikonsku síðuna, og tað kann halda onkrum aftur. Tá ein keypur frá Snapfish verður avroknað í dollarum og tað kann verða ein vansi ella fyrimunur alt eftir kursinum.

  • Moms aftur
  • Ensk heimasíða

Vitja heimasíðu

VN:F [1.9.14_1148]
Rating: 6.0/6 (1 vote cast)
Framkalla myndir, 6.0 out of 6 based on 1 rating