Zenit

Endamálið við Zenit.fo er at kunna føroyska brúkaran um møguleikan at keypa vørur á alnótini, sum eitt alternativ til vørurnar á handilshyllunum. Tú kanst nevnliga keypa á netinum og gera kvettið.

Hugskotið at seta Zenit.fo á stovn kom, tá ið iPhone 4 kom á marknaðin í Føroyum. Fartelefonin kostaði í byrjanini uml. 2500,- meir í Føroyum enn í útlondum. Hetta mettu vit verða beinleiðis útnyttan av føroyska brúkaranum, og tí varð Zenit.fo heimasíðan gjørd.

Vit vilja við Zenit.fo kasta ljós á tann til tíðir órímiliga stóra prísmunin millum vørurnar í Føroyum og útlondum. Harumframt vilja vit vísa føroyska brúkaran á alternativir. Tískil hava vit samlað eitt yvirlit yvir nethandlar, sum senda vørur til Føroya.

Zenit kunnar um góðar nethandlar, ið selja vørur til Føroyar

  • Úrvalið á nethandlum er nógv størri enn í handlunum í Føroyum.
  • Vørurnar á netinum eru ofta nógv bíligari enn í Føroyum – sjálvt eftir toll og flutning.

Vit hava leita gjøgnum fleiri hundrað heimasíður og hava valt bert at vísa á nethandlar sum:
1. Eru álítandi og fáa góð ummæli á netinum.
2. Eru kappingarførir í prísi og úrvæli.
3. Senda vørur til Føroyar og hava ein rímiliga lágan fraktkostnaða.

Harafturat leggja vit dent á at finna fram til nethandlarnar sum taka útlendska meirvirðisgjaldið (moms/VAT) av prísinum tá teir senda til Føroyar. Hetta eydnast tó ikki altíð og tí kunna vit um handilin tekur meirvirðisgjaldið av ella ikki.

Okkara umfatandi arbeiða við at leita fram dygdargóðar nethandlar merkir, at tú Við Zenit.fo vónandi finnur ein nethandil, ið selir vøruna, sum tú leitar eftir til ein góðan prís. Finnur tú tó ikki vøruna er møguligt at leggja okkum eini boð, og so skulu vit royna at finna ein nethandil, sum selir vøruna og sendir til Føroya.

Vit vilja eisini fegin hoyra frá tykkum um góðar nethandlar, sum vit ikki hava tikið við á okkara síðu.

 

Dømi uppá prísmunin í Føroyum og Danmark (dagført 16.10.2011):

Príssamanbering: HTC Desire SKostnaðurKostnaður uttan MOMSFrakt til FøroyarTollur à 0%Prísur tilsamans (Við MVG)At spara
     í Føroyum3.995,00---3.995,00-
Mytrendyphone 3.064,002.424,80129,0003.318,48676,52

VN:F [1.9.14_1148]
Rating: 6.0/6 (1 vote cast)
Zenit, 6.0 out of 6 based on 1 rating