Um toll og skatt við keypi

Tá ið tú keypir úti úr heimi er týdningarmikið at hava fyri eyga, at vøruprísurin á heimasíðuni ikki er prísurin, sum tú endar við at rinda fyri vøruna. Kostnaðir koma nevnliga omaná prísin.

Tú skal fyrst hugsa um, hvat seljarin tekur fyri at senda vøruna til Føroya. Zenit kunnar um fraktkostnaðin á teimum flestu síðunum á Zenit.fo, men tað er tó týdningarmikið, at man sjálvur kannar eftir, áðrenn goldið verður, tí fraktkostnaðir kunnu knappliga broytast.

Aftrat fraktkostnaðinum kemur so tollur (GATT-tollur) og skattur (MVG), sum er álagt av føroysku myndugleikunum. Skatturin er 25,0%, meðan tollurin er tengdur at vøruslagnum. Tollur og skattur verður lagdur omaná vøruprísin inkl. fraktkostnað (sí roknidømið niðanfyri).

Roknidømi: Fartelda úr DanmarkFrymilUpphædd
Prísur við donskum MVG (moms)6.017,00
Prísur uttan danskt MVG (moms)6.017,00*0,84.813,60
Fraktkostnaður til Føroya229,98
Tollur (2,5%)(4.813,60+229,98)*0,025126,09
Prísur tilsamans við føroyskum MVG(4.813,60+229,98+126,09)*1,256462,09

Ein skrá yvir tollprosent á nøkrum vørum er at síggja niðanfyri:

FarteldaFartelefonMyndatóliPadKlæðirLuktilsiSmyrsl
Tollur2,5%0,0%3,0%2,5%10,0%0,0%0,0%

Um vøran ikki er í skránni omanfyri, so kanst tú finna hana í hesum yvirliti frá TAKS

Hevur tú trupulleikar við at finna vøruna í yvirlitinum frá TAKS, so kanst tú skriva til TAKS á taks@taks.fo. Tey eru fyrikomandi og skjót at svara spurningum. Tú kanst eisini seta teg í samband við Zenit. Vit svara skjótast gjørligt.

VN:F [1.9.14_1148]
Rating: 6.0/6 (1 vote cast)
Um toll og skatt við keypi, 6.0 out of 6 based on 1 rating